Broyttar tíðir

Síðani Ternan byrjaði at røkja siglingina um Nólsoyarfjørð, eru bilar ein daglig sjón í oynni. Í juni mánað flutti Ternan 143 bilar um fjørðin.

Tá Ternan byrjaði at røkja farleiðina um Nólsoyarfjørð, byrjaði eisini eitt nýtt tíðarskeið fyri nólsoyingar. Og mangir eru teir, ið hava nýtt høvið at flyta bilin út í oynna hesa tíðina.
Av Strandferðsluni verður sagt, at Ternan í juni mánað flutti heilar 143 bilar um Nólsoyarfjørð. Meginparturin er sjálvandi vanligir persónbilar, men eisini onkur campingvognur hevur verið úti í oynni okkurt vikuskifti.
Eisini er heintanin av ruski broytt. Fyrr vóru smáu bingjurnar fluttar inn til Havnar við Rituni og síðani tømdar har upp í ruskbilarnar. Nú koma ruskbilarnir út til Nólsoyar við Ternuni og tømir so ruskbingjurnar úti í Nólsoy.
At tað er ein bilferja, ið nú røkir Nólsoyarleiðina letur upp fyri nógvum møguleikum. Eitt nú fingu nólsoyingar um vikuskiftið koyrt møblar til dyrnar, sum teir høvdu keypt frá Ide Møblum. Hetta bar serliga væl til, tí ein nólsoyingur arbeiðir hjá Ide Møblum, og kundi tí bara taka bilin fullan av vøru við út í vikuskifti.
At Ternan nú siglir ber eisini aðrar møguleikar við sær, serliga tá hugsað verður um at flyta tilfar av alskyns slag út í oynna. Nú ber til dømis til hjá timburhandlum at flyta góðs til hús ella annað út í oynna uttan knossið við at lasta og lossa fleiri ferðir.
Nógv fólk vitjar altíð úti í oynni, og nú ber til hjá teimum at taka bilin við út. So kunnu tey koyra upp á pláss við pakenillikunum, og harvið sleppa undan at dragsa soviposar og havt tað nú kann vera.
Hagtølini vísa, at Ternen í juni flutti 143 bilar um fjørðin, men helst verður tað talið størri fyri juli. Bert ta einu vikuna í juli førdi Ternan 49 bilar út til Nólsoyar, og heldur tað miðaltalið, fer samlaði bilaflutningurin upp um 200.
So tað má sanniliga sigast, at talan er um broyttar tíðir.