Broytt trivnaðarráð

Uppskotið um at seta eitt Trivnaðar- og heilsuráð at endurskoða almanna- og heilsuverkið verður helst samtykt í løgtinginum í dag. Andstøðan heldur, at pengarnir eru burturspiltir.

Trivnaðar- og heilsuráðið kann síggja fram til eitt sera umfatandi og uttan iva drúgvt arbeiði. Ráðið skal finna útav, hvussu føroyska almanna- og helsuverkið skal skipast í framtíðini, og hvussu vit tryggja, at støðið er nóg høgt.

Løgtingið samtykti við aðru viðgerð hósdagin uppskotið um nýggja ráðið, og í dag er triðja viðgerð av málinum.

Løgtingið samtykti hósdagin eitt broytingaruppskot frá meirilutanum í trivnaðarnevndini, sum inniber, at uppgávurnar hjá ráðnum verða nakað broyttar í mun til upprunaligu ætlanina.

Trivnaðarnevndin helt millum annað, at uppgávurnar fara at verða so umfatandi, at neyðugt verður við einum skrivara fulla tíð, sum skal samskipa arbeiðið. Hesa mannagongdina brúkti kommununevndin, og Grundlógarnevndin hevur somuleiðis ein skrivara í starvi fulla tíð.


Broyttu arbeiðssetningin

Meirilutin í trivnaðarnevndini helt harafturat, at uppgávurnar, sum ætlanin var at áleggja nevndini, ikki eru nóg greitt lýstar. Nevndin mælir tí til eitt øðrvísi býti enn Almanna- og heilsumálastýrið. Sambært álitinum frá meirilutanum skal nevndin leggja dent á fimm spurningar.

Fyrsti spurningurin, sum greiði skal fáast á, er, hvussu almanna- og heilsuverkið kann virka meira fyri fyribyrging enn tað ger í dag. Ein spurningur snýr seg um klientgering, og hvussu vit fyribyrgja, at fólk verða ?hangandi? í almannaverkinum. Ein spurningur snýr seg um fíggingina, og hvussu vit tryggja, at samfelagið fær sum mest burtur úr pengunum, sum verða játtaðir til almanna- og heilsuøkið. Ráðið skal eisini finna útav, hvussu almanna- og heilsuverkið kann samskipast soleiðis, at tænasturnar verður skipaðar eftir tørvinum hjá borgarunum, heldur enn eftir tørvinum hjá almanna- og heilsuverkinum. Og harafturat skal Trivnaðar- og heilsuráðið kanna, hvussu vit skipa heilsuverkið eftir føroyskum leisti og ikki bert eftir innfluttum fyriskipanum.


Burturspilt

Minnilutin í nevndini, umboðini hjá Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum, halda hinvegin ikki, at tað er eitt gott hugskot at seta Trivnaðar- og heilsuráðið, sum væntandi fer at kosta umleið tvær milliónir krónur. Teir halda ikki, at uppskotsstillararnir hava eina realistiska fatan av, hvussu almanna- og heilsuverkið er fyriskipað, og hvørji krøv verða sett hesum verkum dagliga.

- Landsstýrið hevur í trý ár hildið uppá, at tað skuldi koma við einum sonevndum ?idé-katalogi? við tí endamáli at gera alla landsumsitinigina einfaldari, ódýrari, effektivari og í øllum viðurskiftum skipa eftir einum føroyskum leisti. Men enn hevur eingin ?idé? hesum viðvíkjandi sæg dagsins ljós, tvørturímóti hevur gongdin verið tann øvugta, sigur minnilutin í sínum viðmerkingum til uppskotið.

- Tá ið politiski myndugleikin sjálvur sostatt ikki megnar hesa uppgávu, verður hvaðna verri hjá einum ráði uttan nakað politiskt mandat og uttan, at nakar arbeiðssetningur yvirhøvur er við í lógaruppskotinum, leggur minnilutin afturat.

Minnilutin heldur ikki, at ráðið fer at koma við nøkrum uppskotum um sparingar, og at pengarnir høvdu verið betri nýttir til aðrar neyðugar játtanir.

17 tingmenn, samgonguflokkarnir saman við Miðflokkinum, atkvøddu fyri uppskotinum við aðru viðgerð, meðan 11 tingmen úr Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum atkvøddu ímóti uppskotinum. Á tingfundinum í dag skal uppskotið so til triðju og seinastu viðgerð.