- Spurningurin er tí, um nakað broytist, sleppur Javnaðarflokkurin fram at, spyr Tór Marni Weihe, valevni hjá Tjóðveldi.
Val nærkast, og tað sæst á øllum brøgdum, at flokkarnir eru farnir at hvessa síni sjónarmið og gera seg til reiðar til eitt valstríð. Onkrir flokkar hava longu almannakunngjørt nøkur av valevnum sínum, og hesi eru so smátt farin undir at skriva lesarabrøv.
Seinastu veljarakanningarnar hava víst eina sera stóra undirtøku fyri Javnaðarflokkinum, meðan hin stóri andstøðuflokkurin, Tjóðveldi, hevur havt eitt sindur misjavnari úrslit í meiningakanningunum. Seinasta almannakunngjørda veljarakanningin, tann, ið Fynd gjørdi fyri Miðlahúsið og varð almannakunngjørd 23. apríl, var ein tann ringasta í longri tíð fyri Tjóðveldi. Sambært henni var undirtøkan hjá flokkinum follin 0,1 prosent í mun til seinasta løgtingsval, eitt úrslit, ið má sigast at vera alt annað enn gott, eftir fýra ár í andstøðu til eina samgongu, við so lágari undirtøku sum verandi samgonga hevur. Tað tykist, sum øll misnøgdin við verandi samgongu er fallin Javnaðarflokkinum til fyrimuns.
Allarhelst fyrsta váttaða valevni til komandi løgtingsval, var ungi tjóðveldismaðurin Tór Marni Weihe, ið stillar sum umboð fyri Unga Tjóðveldi. Og okkurt bendir á, at Tjóðveldi nú eisini hevur sett sær fyri, at minka um munin upp til hin andstøðuflokkin, tí í lesarabrævi í kvøld leggur unga valevni hjá Tjóðveldi eftir Javnaðarflokkinum.
- Hóast Javnaðarflokkurin, ið sigur seg vera garant fyri vælferð í Føroyum, hevur givið lyfti um at onki samstarv verður við Fólkaflokkin eftir valið, so hevur flokkurin í seinastuni í fleiri umførum atkvøtt saman við samgonguni og felt góð uppskot, ið høvdu gjørt tað lættari hjá vanligum føroyingum, skrivar Tór Marni Weihe.
- Javnaðarflokkurin fellir uppskot, hann lovar veljaranum at fremja, skrivar Tòr Marni Weihe og vísir millum annað til eitt uppskot frá Tjóðveldi, um at lógartryggja børnum við serligum tørvi rætt til stuðlandi og mennandi fyriskipanir í skúla og frítíðarhøpi.
Tór Marni Weihe vísir á, at Javnaðarflokkurin í seinastuni hevur felt fleiri góð andstøðuuppskot, eisini uppskot, sum formaður floksins annars hevur lovað, at hann skal virka fyri.
- Ein stak harmilig gongd, ov vit kunnu tíverri bert staðfesta, at tað er munur á, hvat Javnaðarflokkurin sigur seg vilja gera, og tað sum hann í veruleikanum ger, skrivar Tór Marni Weihe.
Hann sáar tí iva um, hvørt Aksel V. Johannesen er til at líta á, tá hann sigur, at Javnaðarflokkurin ikki fer í samstarv við Fólkaflokkin eftir valið, og sigur, at nógv bendir á, at ein ABC samgonga enn er ein møguleiki.
- Tað er harmiligt, og tí mugu vit eisini staðfesta, at einasti garanturin fyri, at ein heilt nýggj politisk kós verður sett í Føroyum, er Tjóðveldi. Tað seinasta, sum vit í Føroyum hava brúk fyri, er ein nýggj ABC-samgonga, ið hevur sum høvuðsmál at køva allar batar, ið vit sum samfelag hava so stóran tørv á, og heldur fast í verandi skeivu kós, skrivar hann.
- Tjóðveldi heldur síni lyfti, og vit eru í løtuni einasta trygd fyri, at sitandi samgonga ikki sleppur at halda fram eftir komandi løgtingsval, skrivar Tór Marni Weihe at enda.