Broytingar í skránni: Iris Gold og Hogni spæla í kvøld

Iris Gold og Hogni spæla á Sandinum í kvøld. Eivør og Brothers Moving eru flutt til í morgin

G! festivalurin boðar frá, at broytingar eru gjørdar í skránni í kvøld.

 

Hogni, sum skuldi spæla klokkan 18:30 í morgin á Spæliplássinum, er fluttur til at spæla í kvøld klokkan 19:30 á Sandinum. Brothers Moving spæla í annaðkvøld klokkan 18:30 á Spæliplássinum. Altso býta Hogni og Brothers Moving um.

 

Iris Gold og Eivør býta eisini um. Iris Gold spælir tí í kvøld á Sandinum klokkan 23:35, og Eivør spælir á Spæliplássinum í morgin klokkan 23:15 í morgin 

 

Nógvi mjørkin darvar flogferðsluni so mikið nógv, at fleiri flogfør hava trupulleikar við at lenda í Vágum. Nógvar seinkingar hava verið í dag. 

 

Tað kann væntast, at enn fleiri broytingar verða. In.fo fylgir við og dagførir broytingarnar her.