Broytingar í danska landsliðshópinum

Kasper Hjulmand, danski landsliðsvenjarin, hevur úttikið hópin, sum skal spæla móti Føroyum í Parkini 12. november.

Kasper Hjulmand, danski landsliðsvenjarin, hevur úttikið hópin, sum skal spæla móti Føroyum í Parkini 12. november. Tað eru tríggjar broytingar í hópinum. Mikkel Damsgaard, Kasper Dolberg og Jesper Hansen eru ikki við hesaferð. Nýggir eru Robert Skov, Peter Vindahl Jensen og Jens Jønsson.

 

Eitt sindur bleiv gjørt burturúr á tíðindafundinum, at bara ein spælari spælir í Superliguni í Danmark. Tað er Jonas Wind úr FCK. Til hetta segði landsliðsvenjarin, at munurin á at spæla í Superliguni og í størri deildunum í Evropa er stórur.

 

Dysturin móti Føroyum verður í Parkini 12. november. Undirlagið í Parkini hevur verið fyri nógvum kritikki. Hetta verður mett at verða ein fyrimunur fyri Føroyar.

 

Danmark:

 

Kasper Schmeichel

 

Frederik Rønnow

 

Peter Vindahl

 

Joakim Mæhle

 

Rasmus Nissen

 

Simon Kjær

 

Andreas Christensen

 

Jannik Vestergaard

 

Joachim Andersen

 

Jens Stryger Larsen

 

Daniel Wass

 

Christian Nørgaard

 

Thomas Delaney

 

Mathias Jensen

 

Jens Jønsson

 

Pierre-Emile Højbjerg

 

Robert Skov

 

Mohamed Daramy

 

Jacob Bruun Larsen

 

Yussuf Poulsen

 

Andreas Cornelius

 

Andreas Skov Olsen

 

Jonas Wind