Broytingar á enska landsliðnum

Stuart Pearce, fyribilsvenjari hjá Onglandi, hevur sett navn á teir leikararnar, ið skulu umboða enska landsliðið í venjingardystinum móti Hollandi seinni í hesum mánaðinum. Millum teir, ið ikki eru við eru Frank Lampard og Rio Ferdinand.

 

Tað hevur verið bíða við stórum spenning í Onglandi eftir úttøkuni til júst hendan dystin, sum er tann fyrsti uttan Fabio Capello við róðrið. Micah Richards, sum ikki varð úttikin seinast, er við aftur. Eisini Manchester United miðvallarin Tom Cleverley er úttikin.

 

Umframt Rio Ferdinand og Frank Lampard, so hava hvørki Peter Crouch ella Andy Carroll fingið boð hesa ferð. Tað vil siga, at ongin “target maður” er á liðnum. Hinvegin er Sunderland framherjin, Frazier Campbell, úttikin. Hann hevur verið langtíðarskaddur, men er komin fyri seg. Hann hevur saman við hinum í Sunderland staðið seg væl síðani Martin O’Neill tók yvir sum venjari.

 

Fleiri hava tosað um at fáa Arsenal vongin, Alex Oxlade-Chamberlain, á landsliðið. Hann er fyribils úttikin til U-21 landsliðið, meðan liðfelagin, Theo Walcott, er á A-landsliðnum.

 

Ongland og Holland spæla venjingardyst á Wembley 29. feburar.

 

Enski landsliðshópurin:

 

Málmenn:

Scott Carson (Bursaspor), Joe Hart (Manchester City), Robert Green (West Ham United)

 

Verjuleikarar:

Gary Cahill (Chelsea), Ashley Cole (Chelsea), Leighton Baines (Everton), Glen Johnson (Liverpool), Phil Jones (Manchester United), Micah Richards (Manchester City), Chris Smalling (Manchester United), Kyle Walker (Tottenham Hotspur)

 

Miðvallarar:

Gareth Barry (Manchester City), Tom Cleverley (Manchester United), Stewart Downing (Liverpool), Adam Johnson (Manchester City), Steven Gerrard (Liverpool), James Milner (Manchester City), Scott Parker (Tottenham Hotspur), Ashley Young (Manchester United), Theo Walcott (Arsenal).

 

Fremherjar:

Darren Bent (Aston Villa), Fraizer Campbell (Sunderland), Daniel Sturridge (Chelsea), Wayne Rooney (Manchester United), Danny Welbeck (Manchester United).