Broytið kósina meðan tíð er

? Tit hava mist meirilutan og tit hava ikki undirtøku í fólkinum fyri teimum broytingum í ríkisfelagsskapinum, sum tit hava sett tykkum fyri, sigur Edmund Joensen í eini viðmerking til veljarakanning Útvarpsins

Edmund Joensen er ein glaður og fróður maður í hesum døgum.

Sambandsflokkurin legði fyri stuttum eitt nýskipanaruppskot fyri Føroya fólk, og veljarakanningin hjá Útvarpinum varð almannakunngjørd hevur flokkurin av álvara fingið vind í seglini aftur. Tey dovnaðu annars nakað aftaná seinasta val, tá flokkurin endaði við 18 prosentum av atkvøðunum.

Men hvat kann Sambandsflokkurin brúka kanningina til?

? Fyrst og fremst fegnast vit um, at flokkurin er komin fyri seg aftur. Vit hava havt eina rimmar stóra framgongd, og tað fegnist eg yvir, sigur Edmund Joensen.

? Men samstundis eiga vit at brúka hetta høvið til at gera løgmann varugan við, at hann hevur ikki undirtøku í fólkinum fyri teimum broytingum, sum hann og restin av samgonguni arbeiða við, og at hann tí eigur at broyta kós meðan tí er, leggur Edmund Joensen afturat.


Bíði við framtíðini

Edmund Joensen er sera væl nøgdur við, at tað sambært veljarakanningini sær út til, at ríkisfelagsskapurin fær stóra undirtøku millum fólk.

? Veljarakanningin vísir, at heili 60 prosent av fólkinum vilja varðveita ríkisfelagsskapin, og tað er sera týdningarmikið hjá okkum at halda fast við, sigur Edmund Joensen.

Men samstundis heldur triði hvør føroyingur, at vit eiga at hava sum mál, at Føroyar einaferð í framtíðini skulu gerast sjálvstøðugar. Hvussu fært tú hesar báðar spurningar at hanga saman?

? Eg haldi ikki, at vit skulu leggja so stóran týdning í handan spurningin. Fólk hava ógvuliga trupult at halda seg til framtíðina, tí eingin veit nær hatta er. Fólk hugsa um nútíðina, og tað hava tey gjørt tá tey svaraðu, at tey vilja hava broytingar innanfyri ríkisfelagsskapin.

Men talan er um triðja hvønn føroying. Gevur tað ikki tær nakað at hugsa um, tá framtíðarynskini eru so greið?

? Sum eg segði í áðni, so er talan um at fólk halda seg til veruleikan og til nútíðina. Hvat skal henda í framtíðini, tað mugu eftirkomarar okkara halda seg til.

Men er tað ikki bílig undanførsla hjá politikarum í dag at siga, at framtíðina mugu tey sum liva í henni halda seg til?

? Tað haldi eg avgjørt ikki, tí eftir okkara metan svínabinda vit fólk um vit taka avgerð fyri tey nú, sigur Edmund Joensen.