Herfyri mótmæltu studentaskúla og HF næmingar ætlaðum broytingum av skrivligu próvtøkunum. Mótmælini eru nú tikin til eftirtektar
Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, hevur tikið avgerð um, at próvtøkan hjá studentaskúla- og HF-næmingum komandi summar verður eftir sama leisti sum árini frammanundan
Tann 23. januar 2009 fekk Mentamálaráðið eitt skriv frá næmingum í 3. s og 2. HF kring landið, har tey vístu á trupulleikar í sambandi við, at skrivligu próvtøkurnar í donskum og enskum vóru broyttar í mun til áður.
Uppgávurnar, sum higartil hava verið nýttar til próvtøkurnar, eru tær somu, sum næmingar á donsku studentaskúlunum hava havt. Danska studentaskúlaskipanin er broytt, og tað eru uppgávurnar eisini, men okkara studentaskúlaskipan er ikki broytt.
Nú ?gamla? slagið av próvtøkuuppgávum ikki verður nýtt longur, hevur Mentamálaráðið arbeitt við at menna skrivligar próvtøkuuppgávur í eitt nú enskum eftir einum nýggjum leisti. Bæði næmingar og lærarar á studentaskúlunum og HF-skeiðnum taka undir við teimum ætlaðu broytingunum, men teir hava víst á, at skotbráðið at fara frá gamla uppgávuslagnum til nýggja uppgávuslagið longu á sumri 2009 er ov stutt. Hetta kann verða óheppið fyri næmingarnar, og hava ávirkan á teirra próvtøkuúrslit.
Mentamálaráðið skilir hesi sjónarmiðini, sum bæði lærarar og næmingar hava ført fram um ætlaðu broytingarnar. Eftir at hava viðgjørt spurningin saman við leiðslunum á skúlunum, hevur Mentamálaráðið tikið hesa avgerð, sum merkir, at skrivligu próvtøkurnar hjá studentum og HF?arum í enskum og donskum komandi summar verða eftir tí leisti, sum higartil hevur verið arbeitt við í undirvísingini. Henda avgerð ávirkar ikki virðismetingina av einum føroyskum students- ella HF prógvi.










