RÚSDREKKA
Stjórin fyri Føroya Bjór, Einar Waag, hevur fingið fráboðan sendandi frá Føroya landfúta, at ákærurit er sent Føroya rætti viðviðkjandi trimum lýsingum hjá fyritøkuni, sum hava staðið í Dimmalætting.
Í lýsingunum verða greitt frá nøkrum uppskriftum. Sum partur av rávørini til rættirnar er øl frá Føroya Bjór. Navn og mynd av sterkum øli hjá Føroya Bjór er í lýsingini.
Einar Waag greiðir frá, at teir hava fingið eitt bræv sendandi, har tað verður gjørt greitt, at fútin hevur skrivað ákærurit, men ongin fráboðan er komin frá Føroya rætti um at møta. Málið verður í brævinum til Føroya Bjór sett í samband við ákærurnar móti Club 20 og Restorffs bryggjaríi, sum jú hava verið fyri rættinum í síðstu viku. Málið viðvíkjandi Føroya Bjór er tó enn ikki sett á rættarlistan.
Ì fráboðanini til Føroya Bjór frá fútanum verður boðað frá, at tað er stjórin í Restorffs bryggjarríi, sum hevur beint fútan á Føroya Bjór. Hetta hendi, tá hesin sendi ein fyrispurning til fútan um áðurnevndu lýsingar.
Óli Svenn vísir tó staðiliga aftur, at hann skal hava meldað Føroya Bjór til fútan.
Halda fram
Einar Waag heldur tað vera í lagi, at fútin nú hevur valt at hyggja nærri at rúsdrekkalýsingum.
?Eru tað nøkur, sum ikki halda lógina, so mugu hesi eisini fáa tað at vita. So leingi vit hava hesa rúskdrekkalógina, so mugu vit eisini arbeiða útfrá henni, sigur Einar Waag.
Hann sigur, at teir ongar ætlanir hava um at hálsa um á lýsingarøkinum.
?Vit hava altíð verið sera varnir, og tað vera vit framvegis, sigur Einar Waag.
Tá hann ikki veit meira um málið, so vil hann heldur ikki siga nakað um. hvørt hann roknar við at verða dømdur fyri lýsingarnar í Dimmalætting.
À rættarfundinum í málinum viðvíkjandi lýsingunum hjá Restoffs vóru fleiri lýsingar hjá Føroya Bjór uppi at venda fleiri ferðir.
Tað snúði seg serliga um lýsingarnar við ?P-degi? og J-degi?. Eisini varð víst til eina lýsing á Álmunakkanum, har lýst varð við sterkum øli.
Einar Waag sigur, at við lýsingunum í sambandi við ?P-dag? og ?J-dag? hava teir ikki fingið forboð ímóti at lýsa, Lýsingarnar hava verið at sæð seinastu fýra árini.
Lýsingina í Álmunakkanum hava teir ikki longur við sterkum øli, men heldur er talan um sodavatn nú. Fútin hevði givið teimum loyvi til at lýsa við sterkum øli, men tað var útgevarin av sínum eintingum, ið tók lýsingina burtur.