Broyta byggisamtykt – seta krav um løðistøðir til elbilar

Tórshavnar kommuna hevur samtykt uppskoti um at broyta byggisamtyktir soleiðis, at krøv verða um løðistøðir til elbilar

Tað er Elbilafelagið, sum hevur heitt á býráðið um at broyta almennu byggisamtyktina soleiðis, at krav verður um løðistøðir til elbilar

 

Í oktobur 2021 sendi Elbilafelagið áheitan til allar kommunur í landinum um at fáa áseting í byggisamtyktirnar, soleiðis at tað verður krav um at seta løðistøðir, ella gera klárt til uppsetan av løðistøðum til elbilar, tá bygt verður.

 

Seinastu árini hevur sølan av elbilum verið vaksandi, og í apríl 2024 vóru beint oman fyri 7% av øllum skrásettum persónbilum í Føroyum elbilar. Fyri elbilaeigarar í íbúðarbygningum kann tað vera trupult at at fáa atgongd til løðistøðir, um tað ikki er møguligt at knýta eina tílíka beinleiðis í íbúðina. Tískil heitti Elbilafelagið á Tórshavnar kommunu um at seta krav í sambandi við, at íbúðarbygningar verða bygdir, so hesir hava eina ávísa nøgd av løðistøðum, og at p-plássini eru gjørd klár til uppsetan av løðistøðum. Harumframt verður tað mett vera skilagott at seta krav um løðistøðir á størri p-plássum, t. d. á arbeiðsplássum, almennum p-plássum, við handlar og frítíðarvirksemi.

SEV viðmerkti málið 18. apríl 2024, og er av tí áskoðan, at tað er skilagott at seta krøv til fyrireiking til løðing av elbilum, serliga í mun til íbúðarbygging.

Síðani skrivið frá Elbilafelagnum er almenna byggisamtyktin broytt, og á heysti 2023 kom áseting í gildi fyri parkeringspláss til minst 10 bilar, sum krevur minst eina løðistøð umframt innleggingar til minst 20% av øllum p-plássum, soleiðis at møguligt er at seta løðistøðir upp.

 

Lógir, ásetingar o.a.

KAP III § 3. Øki til bilstøðil

1. Í 1. og 2. grundumráði skal bera til at seta aðrar treytir til parkering, um so er at ikki ber til at útvega øll tey ásettu parkeringsplássini.

2. Í 3. grundumráði skal í minsta lagi vera 2,5 pláss pr. hús, harav 0,5 á felags parkeringsøki.

3. Á parkeringsplássum til minst 10 bilar: a) Skal setast upp minst 1 løðistøð til el bilar. b)

Innleggingar skulu leggjast til minst 20% av øllum parkeringsplássunum, soleiðis at møguligt er at seta løðistøðir til el bilar upp.

 

Upplýsingar frá umsitingini

Fyrispurningurin frá Elbilafelagnum vísir til donsku ásetingarnar frá 2020. Umsitingin hevur týtt donsku ásetingarnar soleiðis:

##med2##

Umsitingin metir tað vera hóskandi at broyta almennu byggisamtyktina, samsvarandi ásetingunum omanfyri, soleiðis at tað m.a. framyvir verður krav, at innleggingar skulu gerast til 100% av øllum parkeringsplássum í sambandi við nýggja íbúðarbygging við fleiri enn 10 p-plássum.

 

Tekniski stjórin og býararkitekturin mæla til at broyta §3, stk 3, sum er ásetingar fyri krav um innleggingar til løðistøðir í almennu byggisamtyktini samsvarandi donsku krøvunum, og beina málið í býráðið.

Á fundi í byggi- og býarskipanarnevneini 13. mai í ár varð málið ein samtykt, og á býráðsfundi 30. mai varð uppskotið einmælt samtykt.