LÍV rópar nú varskó: Leggur tú ikki pensjónina um nú, er vandi fyri at hon minkar í virði, sigur tryggingarfelagið.
Um tú hevur fingið bræv frá LÍV um pensjónsumlegging, er tað nú tú skalt framtíðartryggja tína pensjón. Samstundis fært tú ein umleggingarágóða, sum væntandi verður yvir 7% av uppsparda virðinum.
Hesum boðar lívstryggingarfelagið Lív frá í tíðindaskrivi í dag.
Lí sigur, at alt hetta er treytað av, at tú leggur pensjónina um áðrenn 1. juli 2012, sum er sunnudagin komandi.
Orsøkin til, at LÍV mælir kundunum til at broyta pensjónina er heilt einfalt tann, at kundarnir harvið fáa hægri pensjón. Við gomlu skipanini við garanteraðari miðalrentu fæst ov vánalig pensjón, tí rentan klárar ikki at uppviga inflatiónina. Í veruleikanum missir pensjónin virði við gomlu skipanini.
Nýggja skipanin við marknaðarrentu fer at geva eina hægri pensjón, sigur Poul Christoffur Thomassen, stjóri í LÍV.
85 prosent av kundunum hjá LÍV hava longu lagt um, tí teirra pensjónsavtala er gjørd við eitt av fakfeløgunum, sum flestøll longu hava lagt um. Tey umleið 1.500, sum nú hava nú fingið bræv frá LÍV, hava fingið sama tilboð, og tað er avgerandi, at kundarnir sjálvir leggja um nú, áðrenn 1. juli.
Í Danmark er semja júst gjørd millum stjórnina og øll pensjónsfeløgini um, at allar pensjónir skulu leggjast um eftir sama leisti, sum LÍV nú ger.
Tey, sum leggja um nú, fáa ein umleggingarágóða, sum væntandi verður yvir 7%. Fyri ein, ið hevur 500.000 kr. standandi á sínari pensjón, merkir hetta eina kontanta eingangsupphædd á umleið 35.000 kr., sum verður løgd beinleiðis oman á pensjónsuppsparingina.
Umleggingin skal gerast áðrenn 1. juli 2012, annars fellir møguleikin fyri at fáa umleggingarágóða burtur.
LÍV hevur gjørt tað lætt at leggja um: Tað kann gerast umvegis kundaportalin á www.liv.fo.










