Fyrrverandi bretski forsætisráðharrin Gordon Brown segði í gjár, at hann fer at halda fram sum tingmaður fyri arbeiðaraflokkin, hóast hann júst er farin frá sum floksformaður og forsætisráðharri.
Tað segði Brown, tá hann helt røðu fyri lesandi í Kirkcaldy í Skotlandi, sum er hansara valdømi.
Á ferðini, sum var tann fyrsta í Skotlandi síðani forsætisráðharraskiftið, vitjaðu Brown og konan tann lærda Adam Smith-háskúlan. Gordon Brown varð tilnevndur heiðursdoktari við Adam Smith-skúlan fyri nøkrum árum síðani.
Í røðuni í gjár segði hann skemtandi, at hann hevði teknað seg til nakrar lærugreinar á skúlanum so sum fjølmiðlafrøði.