Brown í handlarnar í dag

Nýggjasta skaldsøgan hjá Dan Brown, sum á donskum ber heitið, Det Forsvundne tegn, kemur í føroysku sølubúðurnar í dag. Enska útgávan hevur longu verið á marknaðinum í eina tíð, so mest garvaðu Brown-fjeppararnir hava longu fingið sítt í so máta.

Men lítil ivi er um, at áhugin fyri donsku týðingini eisini verður ovurstórur.

- Vit hava í fyrsta umfari bílagt okkum 100 bøkur, sum vit hava í handlinum seinnapartin í dag. Men sjálvandi koma fleiri komandi vikurnar, sigur Kári Árting úr Rit og Rák í SMS.

- Ensku útgávuni hava vit longu selt heilt fitt av, og eg ivist ikki í, at danska týðingin verður ovarliga á sølulistanum fram til jóla. Eg billi mær í øllum førum inn, at hetta verður mest selda bókin í ár, men har koma sjálvandi eisini nógvar aðrar og góðar bøkur á marknaðin, so vit fáa at síggja, sigur Kári Árting.