Brown fer ikki at leggja kongin

Konservativi flokkurin vann bretska parlamentsvalið, men tað er als ikki vist, at flokkurin fær stjórnarvaldið kortini. Keldur í arbeiðaraflokkinum siga, at Gordon Brown ætlar ikki at lata valdið frá sær, men at hann fer at skipa samgongustjórn saman við liberaldemokratunum.

Peter Mendelson, sum vanliga verður roknaður sum næsti maður Browns, sigur við fjølmiðlarnar, at arbeiðaraflokkurin er sjálvandi sinnaður at umhugsa eina samgongu við liberaldemokratunum. Aðrar keldur í arbeiðaraflokkinum siga, at Brown fer at royna at skipa stjórn fyrst.

Eygleiðarar halda, at Brown sjálvur hellir til ta seinnu loysnina. Teir vísa á, at undan valinum segði hann, at tað er hansara skylda at tryggja, at Bretland fær eina sterka og trygga stjórn aftan á valið.

Fyri einari løtu síðani vóru 582 sessir í Parlamentinum mannaðir. Konservativi flokkurin hevði fingið 281, arbeiðaraflokkurin 226, liberaldemokratarnir 48 og aðrir flokkar 27.