B36 og KÍ spældu í gjár javnleik 1-1 í Gundadali í 2. umfari í Effo-deildini. Mest umtalaða støðan í dystinum var, tá dómarin bríkslaði fyri brotssparki til B36 í seinna hálvleiki, tí bólturin kom í hondina á Sørmundi Kalsø.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja samrøðuna
- Sum eg síggi tað, so verður hondin á Sørmundi Kalsø skumpa upp á bóltin og er í ónatúrligari støðu, so tað kann væl verjast at døma brotsspark, sigur Jonas F. Rasmussen, liðskipari hjá KÍ
Les eisini: Samandrátturin frá B36-KÍ 1-1
Tað var nakað vátt og eitt sindur av vindi. Tað ávirkaði spælið nakað, men hóast tað vóru nógvir áskoðarar til dystin. Í seinna hálvleiki hevði KÍ vindin ímóti og tað merkistist.
Les eisini: Tórður Thomsen situr nátt á sjúkrahúsinum
Semir Hadzibulic legði KÍ framum við fínum langskoti stutt undan steðginum. Eftir hvíldina legði B36 nógv fyri, og tað eydnaðist at javna, tá ið Róaldur Jakobsen umsetti brotssparkið til mál.
B36-KÍ 1-1 (0-1)
0-1: Semir Hadzibulic
1-1: Róaldur Jakobsen br
TB/FCS/Royn 6 stig
HB og Víkingur 4 stig
ÍF 3 stig
KÍ, Skála og B36 2 stig
NSÍ og EB/Streymur 1 stig
07Vestur 0 stig
Triðja umfar:
8. apríl
B36-NSÍ
9. apríl
EB/Streymur-TB/FCS/Royn
ÍF-HB
Víkingur-Skála
07Vestur-KÍ