Hví hevur tú blátt eyga? Soleiðis kallar Kvinnufelagið í Havn eitt limatiltak, tey hava í Mettustovu í Havn í kvøld.
Tað er í sambandi við altjóða dagin móti harðskapi móti kvinnum, sum var í gjár, at Kvinnufelagið í Havn varpar ljós á tað, sum tey kalla ein stóran, duldan samfelagstrupulleika.
Á tiltakinum fer Elin W. Poulsen, verkætlanarleiðari frá heildarætlanini Sig frá!, at kunna um arbeiðið við heildarætlanini um harðskap í parløgum og nærsambondum. Súsonnu Skaale, sálarfrøðingur, sum skrivaði bókina, Um bara hann sló meg, fer at greiða frá um sítt arbeiðið í Kvinnuhúsinum. Hon fer eisini at hugleiða um almenna harðskapspolitikkin, og um bókina.
- Flestu kvinnur, sum eru fyri harðskapi í parlagnum eru sera einsamallar við trupulleikanum. Sjálvsálitið og sjálvsvirðingin eru niðurbrotin, skommin og tøgnin níva. - Heitið á tiltakinum “Hví hevur tú blátt eyga?” vísir til, at vit bróta tøgnina á tiltakinum í Mettustovu úti á Reyni klokkan 19 í kvøld
- Harðskapur eigur á ongan hátt at verða góðtikin í okkara samfelagi. Uttan mun til, um talan er um likamligan, sálarligan ella kynsligan harðskap vilja vit siga frá, at hann verður ikki góðtikin, sigur Kvinnufelagið. |










