Brot úr brævi (X)

»(_) Í mínum seinasta brævi til tín skrivaði eg, at Frida í Sløttumørk hevur fingið sjeik.
Frida og Ásmundur hava nú vitjað meg.

Seinasta leygarkvøld bankaði upp á dyrnar, og tá ið eg rópti »komið innar«, vóru tað tey bæði, sum komu at vitja. Í hondini hevði Frida nýbakaðar pannukøkur aftur við kaffi, sum hon segði.
Eina løtu seinri bankaði aftur uppá, og hesa ferðina var tað Pætur, so tú kanst ætla, at vit høvdu eitt hugnaligt kvøld.
Eg haldi, at Ásmundur er ein vakur maður. Dámligur og siðiligur í medferð og prátingarlagi. Nakar unglingi er hann ikki. Ilt at siga, kanska gingið barnaskúlan, tá Frida fekk navn framman fyri Harrans altari.
Vit sótu um borðið við kaffi og pannukøkum til langt út á náttina. Skemt og prát. Slit kom ikki í, fyrr enn sagt varð góða nátt, og hvør fór til sítt. Ásmundur og Pætur vóru samdir um at fara undir rættiliga stóru umvælingina av húsinum hjá Fridu. Hesum greiddi eg tær frá í mínum seinasta brævi. Húsið skal setast í stand bæði uttan og innan. Teir báðir gjørdu tekningar, metingar um tilfar og kostnað, og nær arbeiðið skal verða liðugt. Av tí at takið er sera illa farið, vóru teir og Frida samd um at loysa flag úr hennara trøð, og har flagið varð fingið, skulu veltast epli, røtur og rabarbur.
Frida sat so eygaglað og luttók í prátinum: ? Frá høvdinum skalt tú hvalin skera og soleiðis eisini í hesum føri. Frá mønuni skulu vit seta húsini í stand. Fyrst skorsteinin, so takið, so kvistin og trimpilin og seinast kjallarin, har fjósið og flórurin, sum ikki hava havt hýsing, síðan eg var smágenta, skulu snøggast og setast í stand meira til áminnis um eina farna tíð, tá vit høvdu kúgv og seinri veðragjóling í kjallaranum, enn til nýtslu
Tá ið teirra prát um húsini hjá Fridu so líðandi var hæsað av, segði Pætur, sum í eina góða løtu hevði sitið og start seg burtur: ? Væl dugir tú at málbera teg, Frida, tær verður lurtað eftir. Jú, satt er tað, at hvalurin skal skerast frá høvdinum, tað er abc´ið hjá røttum grindamonnum, ið skera upp.
Hetta elur fram tankan um »teir røttu føroyingarnar«, sum í fleiri ár hava billað øllum »hinum føroyingunum« inn, at nakað av samfelagsins blóðrensli skal drenast og sveivurin lamskerjast, fyri at tað føroyska likamið kann trívast, mennast og gerast sjálvberandi.
Frida, tú kanst ímynda tær, hvussu skilið hevði verið hjá tær, um slíkir menn skuldu hjálpt tær við at sett tíni hús í stand. Teir høvdu byrjað við at brotið grundina niður og samstundis fortalt tær, at tú skuldi fáa eitt betri og sjálvberandi hús. Tá hevði tú skjótt staðið á berum.
Pætur tagdi eina løtu:
Nú eitt kvøldið, eg ruddaði burtur órudd og gamlar avísir, varð eg varur við, at í Sosialinum, sum greiddi frá einum flokstingi í Hósvík fyrst í apríl, og sum tá fekk sinnið í meg, var annað áhugavert at lesa, sum eg ikki var varugur við, tá eg las Sjalin einaferð tíðliga í vár.
Nú loysnaði tungubandið, og Pætur tosað seg heitan:
? Í hesum sama blaði lesa vit, hvat formaðurin í búskaparráðnum á hesum sama tingi greiddi frá um føroyska búskapin. Eg haldi, at okkurt av tí, sum hann sambært blaðnum segði, er skilagott, men har er so annað, sum eg als ikki skilji. Til dømis segði hann, at vit í Føroyum frá 1962 til 1975 brúktu allan blokkin til at keypa fyri ? hvørki meira ella minni ?, og at vit frá 1975til 1993 brúktu tað dupulta av blokkinum. Blaðið vil eisini vera við, at frá formanninum fekk fundarfólkið at vita, at síðan 1993 hava vit bara brúkt 10% av blokkinum.
Álvaratos, Ásmundur, er hetta ikki tvætl? Er hetta ikki ørvitistos?
Góði Jógvan, sum prátið fór fram, kom rættvísis- og sannleikatrongd í Pæturi til sjóndar, og at eingin ivi er um, at Ásmundur er kønur í roknskapi. Hann dugir óivað at lesa loynidómar í samanseting og sundurliðing av tølum.
Tá ið Pætur hevði sett Ásmundi spurningin um tvætl, hugsaði hann seg væl um við dámligum og sannførandi lítillætni. Og mest sum umberandi segði hann, at tá ið hann las tað, sum stóð í blaðnum, skeitti hann í nakrar landskassaroknskapir, og úr teimum hevði griflað okkurt á ein pappírslepa. Pappírslepan, sum hann tók úr einum innara jakkalumma, legði hann á borðið.
Í fyrsta lagi er at siga, segði hann, at í tíðini 1962 til 1975 fekk landskassin als ongan blokk úr ríkiskassanum, so tað mugu vera aðrir pengar, sum »vit í Føroyum hava brúkt at keypa fyri ? hvørki meira ella minni«. Í øðrum lagi, segði Ásmundur, at frá 1975 til 1993 var eingin blokkur úr ríkiskassanum komin í landskassan fyrr enn í 1988, so í hesum tíðarskeiði ? 1975/87 ? (13 ár) kann løgtingið/landsstýrið ikki hava brúkt nakran blokk hvaðna minni tvær ferðir upp í røkur. So eisini í hasum føri kann tað hugsast, at formaðurin hevur lisið skeivt uppá.
Og í triðja lagi, segði hann, at um tað er beint, at løgtingið/landsstýrið bara hava brúkt 10% av blokkstuðlinum síðan 1993, so haldi eg, at formaðurin í Búskaparráðnum átti at greitt okkum frá, hvar tær umleið 8 milliardirnar av teimum umleið 9 milliardunum, sum landskassin fekk úr ríkiskassanum í tíðini 1993 til 2002, eru at finna.
Kvøldið var so ruddiliga komið í nátt, og vit stóðu uttanfyri. Ikki ein ond. Luftin eitt sindur slagin.
Hvør fór til sítt.
Tá segði Ásmundur lágmæltur: Tað, sum ein formaður í Búskaparráðnum sigur um landsins peningaviðurskifti, eigur at verða tikið í fullum álvara. Hann er ikki hvør sum helst.
Kanska átti blaðmaðurin í hesum føri at vent sær til landsbankastjóran, hann eigur at vita, hvar tær umleið 8 óbrúktu milliardirnar eru at finna. Almennan áhuga hevur hetta so avgjørt.
Men Jógvan, tað verður spennandi at fylgja við húsasmíðnum hjá Fridu.«
Góði Jógvan, hav tað nú so gott og kærar heilsur frá okkum 5.
Kona tín