Brot og bitar um farna árið

Í ársins síðsta Sosiali er ískoytisblaðið Brot og bitar, har blaðið er á ferð gjøgnum farna árið

Í ársins síðsta Sosiali er ískoytisblaðið Brot og bitar, har blaðið er á ferð gjøgnum farna árið

 

– Hetta er ikki ein altumfatandi uppgerð av øllum tí stóra og smáa, sum hendi í 2017, men heldur ein kavalkada av tí, sum Sosialurin sum blað hevði at bjóða sínum lesarum, skrivar redaktørurin Eyðun Klakstein í oddagrein, og hann heldur fram:

 

– Vit taka fram onkrar markantar greinar frá 2017 og taka ymsar smærri og størri hendingar frá árinum við.

 

– Vit taka saman um ítróttarárið, og eisini rógva vit aftur á ymiskar útsagnir frá fólki. Vónandi gevur hetta eitt inntrykk av einum sera fjølbroyttum blað, sum kemur út tríggjar ferðir um vikuna.

 

– Við hesum nýggjársblað vil Sosialurin ynskja øllum sínum lesarum eitt gott og eydnuberandi nýggjár. Vit síggjast í 2018!

 

VikuskiftisSosialurin, sum ársins síðsta blað, fæst í blaðbúðum kring landið – og kann keypast í talgildari útgávu á sos.fo