Brot á nýggju ferðslulógina raka órættvíst!

Nú nýggja ferðslulógin, ið kom í gildi 1. juli 2000, hevur virkað í hálvtannað ár, vísir tað seg at nógv fólk eru komin illa fyri av hesi lóg. Einar Djurhuus og Heri Simonsen, ið starvast hjá Postverki Føroya, heita á fakfeløg og fakfelagsleiðarar um at virka fyri, at løgtingið og landsstyrið skjótast gjørligt gera tær neyðugu broytingarnar í ferðslulógini



Einar Djurhuus og Heri Simonsen gera vart við, at tað eru lógargreinarnar 23, 32 og 59 í ferðslulógini, sum fella fólk innan flestu vinnubólkar í landinum. Eisini gera teir vart við, at nýggja ferðslulógin kann raka og hevur longu rakt tey, sum hava bilkoyring sum sítt starv, sum til dømis heimahjálparar, heimasjúkrasystrar, bilførarar í vinnu, hýruvognsførarar, portørar, handverkarar, postboð, postbilførarar, almenn sett fólk við tænastubilum og enntá løgreglumenn undir arbeiði.
Fáa sama dóm
Teir báðir, Einar Djurhuus og Heri Simonsen, føra fram, at tað mest órættvísa við hesi ferðslulógini er, at tann, sum hevur koyrt hampuligt í eitt mannaminni og kemur at gera eitt mistak í ferðsluni, ofta undir arbeiði, fær somu revsing sum tann, ið verður tikin við 150-200 km/t. Báðir fáa treytaða frádøming av koyrikortinum og eina bót fyri brotið, teir hava gjørt. Sum dømi nevna teir ein mann, sum hevur koyrt umleið 600.000 kilometrar í tænastubili í landsins tænastu. Viðkomandi kom út fyri at gera eitt lítið mistak - í arbeiðsørindum - og verður dømdur treytaða frádøming av koyrikortinum. Ein metur av teimum umleið 600.000 kilometrunum skuldi fella hann.
Treytaða frádømingin hangandi
Hetta brotið á ferðslulógina, sum til dømis at hava brotið víkiskyldina, førir eisini við sær, at bilførarin skal upp til eina roynd, har hann skal kunna svara rætt uppá meginpartin av teimum 60 spurningum ið verða settir. Um hann ikki klárar tað, má hann upp til nýggja teori- og koyriroynd. Dømi er um, at fólk hava goldið upp til 10.000 krónur fyri at fáa koyrikortið aftur. Eftir hetta hevur bilførarin ta treytaðu frádømingina av koyrikortinum hangandi yvir sær í heili 3 ár.
Koyrikortið er útbúgvingin
Um tey, sum ikki hava bilkoyring til sítt starv, missa koyrikortið, kunnu tey finna aðrar flutningsmøguleikar fyri at koma til arbeiðis, eitt nú at brúka bussarnar ella at tey verða koyrd til arbeiðis. Meðan tey sum hava bilkoyring til sítt starv, missa arbeiðið og harvið inntøkugrundarlagið. Fyri tey sum eru ófaklærd, er koyrikortið teirra einasta útbúgving.
Órættvísar fylgjur
Hjá teimum sum hava koyring sum sítt livibreyð kann hetta verða ein dyggur smeitur. Tí er skriv sent út til flestu fakfeløg í landinum. Stórur partur av teirra limum hava bilkoyring sum sítt starv, og kunnu koma sera illa fyri, um tey koma at gera eitt mistak í ferðsluni. Ger onkur persónur brot á ferðslureglurnar fleiri ferðir innan eitt styttri áramál, so er ikki órímiligt við treytaðum dómi. Men, at fólk skulu straffast so hart fyrstu ferð, tey gera eitt mistak í ferðsluni, og enntá undir arbeiði, eigur ikki at fáa so órættvísar og ógvusligar fylgjur, siga teir báðir Einar Djurhuus og Heri Simonsen.