Brot av Sic fløguni á alnetinum

Sic var her fyri í upptøkuhølinum og tók fyrstu fløguna hjá bólkinum upp. Enn er einki lag almannakunngjørt, men á myspace/sicsix6 liggur ein smakksroynd.

Á myspace profilinum hjá Sic hevur bólkurin lagt eitt videobrot, ið er upptikið, meðan bólkurin ljóðblandar fløgu sína í ZigZound upptøkuhølunum saman við Peter "Ziggy" Sigfredsen. Á upptøkuni hoyrir tú brot úr lagnum My Hell. Hetta gevur eina ábending um hvussu fløgan hjá Sic verður.
Enn er eingin útgávudagur settur, men um útsagnirnar hjá Sic á myspace mitt í oktober, eru eftirfarandi, so átti ljóðblandingin at verið liðug nú.