Tíðin hjá vágbinginum var 3:46.13.
Pál Joensen svam aftaná teimum fremstu allatíðina og kom á mál stutt áðrenn nummar fýra og fimm.
Jón Bjarnason, venjari, sigur, at Pál legði ov spakuliga út, men at kappingin var annars javnt og væl svomin. Serliga, tí 1500 metra frísvimjing er á skránni í morgin.
Um Pál verður millum tríggjar teir fremstu í morgin, hevur hann vunnið heiðursmerki í øllum seks kappingunum, sum hann hevur svomið í World Cup í ár.
Pál er millum favorittarnar at vinna kappingina í morgin, sum byrjar klokkan 14.40 føroyska tíð. Millum mótstøðumenninar er Sébastian Rouault, Frakland, sum vann á Páli undir EM í Budapest í summar.
Finalan verður víst beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.