Bridge
Í døgunum 6-15. august var unglinga HM í bridge spælt í Brasil. Norðurlond vóru umboðað av Noregi og Danmark, og megnaði Danmark at enda á triðja sæti.
Úrslitið í innleiðandi umfarinum, har øll liðini spældu ein dyst móti hvørjum (round robin), var hetta:
1 USA1 324
2 Thailand 290
3 Danmark 282,5
4 Ísrael 282
5 Kina 275
6 Noreg 271
7 Niðurlond 270
7 Kanada 270
9 Argentina 270
10 Frakland 266
11 Australia 256,5
12 Brasil 251,5
13 USA2 235,5
14 Egyptaland 223
15 Kin. Taipei 208
16 CAC 190
17 Ný Sæland 159
Fýra tey fremstu komu í semifinalurnar. Nevnast kann, at einastu ferð í hesi jøvnu og spennandi kappingini Danmark taldist millum fýra tey fremstu, var eftir 17. og seinasta umfar!
Í finaluna komu USA og Ísrael, meðan Danmark skuldi spæla um bronsumedaljurnar ímóti Thailandi. Úrslitini vóru:
Finalan:
USA1 ? Ísrael 262 ? 156 imp
Bronsudysturin:
Danmark ? Thailand 191 ? 123,5 imp
Vit ynskja donsku frændum okkara hjartaliga tillukku við úrslitinum.
Eitt spæl
Í Bulletin 1 frá HM kappingini fyri unglingar stóð hendan uppgávan:
Gevari: Norður
Í hættu: E-V
Norður
Q4
63
AKJ109
AKJ10
Vestur
AK10953
A10
84
872
V N E S
- 1rú pass 1hj
1sp 3kl pass 3hj
pass 3sp pass 4hj
pass pass pass
Tú tekur fyri sp ess og kong, og makkarin spælir fyrst sp2 og síðan sp8, sum eftir tykkara avtalum lovar eitt ólíka tal. Sært tú nakran møguleika at seta kontraktina?
Soleiðis sá alt spælið út:
Norður
Q4
63
AKJ109
AKJ10
Vestur Eystur
AK10953 J82
A10 J4
84 7532
872 9643
Suður
76
KQ98752
Q6
Q5
Tú sært tað kanska nú? Vestur má spæla enn ein spaðara til dupult renonce hjá spælførara. Tá hann kemur inn uppá trumfess, spælir hann fjórðu ferð spaðara, so makkarin kann trumfa við dreinginum. Nú geva hj10 mótspælinum tað fjórða stikkið, og kontraktin fer niður.
Kanska hevur tú ein so góðan makkara, sum eisini sær eina trumffremjing sum einasta møguleika at seta kontraktina, so hann í teimum báðum fyrstu stikkunum markerar doubleton fyri at tryggja sær, at tú spælir spaðaran triðju ferð!
Feløgini byrja aftur
Annars nærkast tíðan, tá feløgini aftur byrja við teimum regluligu spælikvøldunum. Hevur tú funnið tær ein makkara til veturin?