Í dag varð punktum sett fyri donsku landskappingina í fótbólti. Tað var spenningur undan síðsta umfari, tí tað vóru tríggir avbjóðarar í DM stríðnum – Brøndby, FCM og FCK.
Bæði í bókstaviligum týdningi og í myndamáli skein sólin á Brøndby í dag.
Meðan tað oysregnaði í Herning, har FCM hevði vitjan av AGF, og veðrið einki var at reypa av í Randers, har FCK var gestur, so skein sólin oman og niðan – um tað ber til at siga soleiðis í Danmark – í Brøndby.
Brøndby var undan 32. og síðsta umfari ovast á støðutalvuni við 58 stigum, FCM hevði 57 stig, og FCK hevði 55 stig.
Í dag vann Brøndby 2-0 ímóti FC Nordsjælland, og harvið hevur Brøndby í dag tryggjað sær fyrsta DM síðani 2005. Tá var Michael Laudrup venjari, og Brøndby vann bæði DM og steypakappingina ella greipuna.
FC Midtjylland vann 4-0 ímóti AGF, meðan FC København tapti 2-1 í Randers.
Brøndby, sum var stovnað í 1964, var felagið, sum gekk undan í fulltíðar yrkisfótbólti í Danmark. Brøndby hevur vunnið DM í 1985, 1987, 1988, 1990, 1991, 1996, 1997, 1998, 2002 og í 2005, og í dag tryggjaði Brøndby sær DM fyri 11. ferð.
Nú fer danskur fótbóltur at snúgva seg um EM endaspælið. Fyrsti dysturin hjá Danmark verður á heimavølli í Parkini leygardagin 12. juni. Finnland verður mótstøðuliðið í fyrsta dystinum.