B36 skal spæla ímóti walisiska The New Saints í fyrsta umfari í undankappingini til Champions League. Tað, sum kanska er serliga áhugavert við hesum lutakastinum er, at á mótstøðuliðnum spælir Adrian Cieslewicz, ið er yngri bróður pólska Lukasz Cieslewicz hjá B36. Adrian er partvíst uppvaksin í Føroyum, og spældi hann eisini við B36 eitt stutt tíðarskifti í fjør, so tískil er tað honum ikki ókent at vitja Føroyar.
Tað eru ikki bara vit í Føroyum, sum hava lagt dystin til merkis ímillum brøðraparið Cieslewicz. Bretska BBC Sports hevur tosað við Cieslewicz-brøðurnar.
- Eg havi ongantíð spælt ímóti beiggja mínum fyrr, so tað ger meg spentan, sigur Adrian Cieslewicz millum annað.
Báðir beiggjarnir vóna sjálvandi, at teirra lið kemur víðari. Teir vísa eisini á, at teirra tvídystur hevur sett familjuna í eina tvístøðu, tí at tey ikki vita, hvørjum tey skulu halda við.
Greinin kann lesast her.










