Norðurlendskir Britney fjepparar kunnu nú gleða seg til summarið, tí í juli vitjar Britney Spears í Danmark - við einari konsert í Parken. Hennara rundferð hevur verið merkt av alskyns rumbli, men tað steðgar ikki Britney Spears. Hon hevur nevniliga tikið avgerð um at økja um framførslur hennara, og tað kunnu norðurlendingar bara fegnast um.
Fyri Britney fjepparar er víðkanin av rundferðini hjá popstjørnuni bert at fegnast um, tí nú ber til at fara í Parken í Keypmannahavn, til tess at hoyra og síggja Britney Spears LIVE.
Tann 11. juli vitjar hon nevniliga í Danmark, og gevur áskoðarunum eitt mega show við umleið 50 dansarum, klovnum og akrobatum. The Circus Starring Britney Spears 2009 Tour er nevniliga heitið á rundferðini, sum vitjar í danska høvuðsstaðnum.
Atgongumerkjasølan byrjar 6 mai, og tey bíligastu atgongumerkini fara at liggja um 280 krónur.










