Nevndin, sum skal kanna setunnarviðurskiftini hjá manningini á Brimli er nú sett. Í henni sita Tummas Magnussen, Jógvan Ellefsen, Páll Nielsen og Trygvi Jacobsen. Tríggir teir seinast nevndu eru advokatar. Nenvdin skal vera liðug við sítt arbeiði í seinasta lagi 1. mai. Er hon ikki komin ásamt tá, skal ein uppmaður nevnast.










