Brimil tikið Urðardrang upp

Urðardrangur tók at leka norðanfyri, men bæði Hvidbjørnen og Brimil vóru tætt við.

Urðardrangur tók at leka norðanfyri, men bæði Hvidbjørnen og Brimil vóru tætt við.

 

Tveir mans vóru í bátinum tá hann knappliga fór at leka. Men til alla lukku vóru bæði Hvidbjørnen og Brimil staddir nærhendis, og kundu koma bátinum til hjálpar.

 

Gjørt var so av, at taka bátin umborð á Brimil eins og báðar menninar, sum vóru við bátinum, og síðani var siglt inn á Vestmanna.

 

Myndina hevur Rói Didriksen tikið.