Brimil sleipaði snellubát til lands

Fyrrapartin í gjár fekk útróðrarbáturin Bláaberg úr Klaksvík motortrupulleikar einar 12 fjórðingar norður úr Kallinum.

Í gjár vóru sera nógvir bátar á Norðhavinum, og líkindini vóru eisini góð. Hetta er nevniliga besta snellutíð á  norðanfyri.

 

Fiskiveiðieftirlitið veit at siga, at útróðrarbáturin Bláaberg úr Klaksvík fyrrapartin í gjár fekk motortrupulleikar einar 12 fjórðingar norður úr Kallinum.

 

Vaktar-og hjálparskipið Brimil sleipaði útróðrarbátin til Klaksvíkar.

 

Sum skilst var snellufiskiskapurin á Norðhavinum ikki nakað serligur í gjár, tó at líkindini vóru góð, og vertíðin er í hæddini.

 

Tað er Dávur Joensen, sum hevur tikið viðheftu mynd.