Brimil kom í morgun á Fuglafjørð við trolposanum hjá Grunnabarð.
Grunnabarð trolaði eystanfyri, inn av Sandoyarbankanum, tá hann mánadagin misti trolposan. Teir royndu at dreggja eftir honum, men tað eydnaðist ikki at fáa hann aftur.
Brimil gjørdi so eina roynd í gjárkvøldið, og tað eydnaðist Brimli at fáa alla ta mistu útgerðina aftur.
Grunnabarð royndarfiskar eftir hvítingsbróðri í føroyskum sjógvi.










