Brimgarðurin fingið skaða

Eitt seyðahús er farið, ein ljósmastur er brotnað, onkrir klædningar skrædnaðir, onkrir rútar brotnir og í Haraldssundi brýtur upp um brimgarðin. Tað er í høvuðsheitum úrslitið av storminum í nátt.

 

Løgreglan sigur, at teir hava fingið nakað av fráboðanum, úr so at siga øllum landinum, men onga staðni hevur talan verið um vanda fyri fólk.

 

Fráboðanirnar koma úr øllum landinum, úr Leirvík suður í Vág og úr Haraldssundi vestur í Vágarnar.