Brillurnar hjá Gandhi seldar fyri metprís
Einar brillur eru á uppboðssølu seldar fyri 2.1 milliónir krónur.
Men talan er ikki um tilvildarligar brillur, men brillurnar hjá Mahatma Gandhi, indisku frælsishetjuni.
Brillurnar komu í postkassan hjá East Bristol Auctions, og hann, sum legði tær har, hevði fingið tær frá einum í familjuni, sum sjálvur hevði fingið brillurnar frá Gandhi á sinni. Viðkomandi arbeiddi fyri British Petroleum í Suðurafrika í 1920’unum og 30’unum.
Í sínum ungu døgum arbeiddi Gandhi í Suðurafrika, har hann merkti munin, ið varð gjørdur á fólki, tí apartheit politikkurin ráddi.
Virðið á brillunum var mett at vera einar 125.000 danskar krónur, men tær vórðu seldar fyri ein prís, ið var meira enn 17 ferðir hægri.
Viðkomandi, ið lat brillurnar inn, segði við uppboðssøluna, at um ongin áhugi var, og ongin keypari var, so kundi uppboðssølan beina brillurnar burtur.
##med2##