Brigada Nordica komandi byrjar 22. desember í ár. Farið verður úr Føroyum fáar dagar frammanundan. Heimferðin verður umleið 12. januar 1999. Væntast kann, at ferðin kann gerast fyri góðar 9.000 kr. úr Vágum og aftur. Harafturat koma so 250 US dollarar fyri alt uppihald, mat, útferðir o.m.a.
Roknast kann við, at okkurt serligt fer fram í Kuba hetta nýggjárið, sum samstundis er 40 ára kollveltingardagurin. Ikki er óhugsandi, at Fidel Castro og aðrir, ið luttóku í kollveltingarstríðnum, fara at gera okkurt serligt burtur úr degnum.
Sum undanfarnu árini búgva brigadistarnir á Julio Antonio Mella-leguni 45 km. vestanvert Havanna. Hóast talan er um eina arbeiðs- og solidaritetsbrigadu, har nú umframt Norðurlond eisini lond í Vesturevropa luttaka samstundis, so eru so ómetaliga nógv tiltøk, sum standa brigadistunum í boði, meðan teir vitja hitt sosialistiska Kuba við tí blíða og fryntliga fólkinum, tí fólki, ið við góðari grund er stolt av teimum sigrum á so mongum økjum, Kuba hevur vunnið eftir kollveltingarsigurin. Høvi verður at vitja tær sólsveiptu strendurnar, somuleiðis at vitja nógv áhugaverd støð, sum eingi ferðafólk nakrantíð síggja. Farið verður somuleiðis á eina tríggja daga ferð inn í landið, t.d. til Santa Clara, har nú jarðisku leivdirnar av Che Guevara og 6 øðrum lagsbrøðrum eru jarðaðar.
Tað er altíð avmarkað, hvussu nógvir ferðaseðlar eru til, so umráðandi er at siga frá í góðari tíð, og tað er als ikki ov tíðliga nú. Somuleiðis er limaskapur í Felagnum Føroyar-Kuba treyt fyri at sleppa við. Boðast kann frá hjá F.F.K., Postboks 2055, 165 Argir. Telefon: 313016, fax 313824. Seinasta freist fyri tilmelding er 1. oktober 1998, men best er at siga frá skjótast gjørligt, meðan nakar ferðaseðil er at fáa.
Hasta la Victoria Siempra.










