Bridgelandsliðið tikið út til NM

Føroyska bridgelandsliðið skal í mai luttaka í NM í bridge.

Hetta vikuskiftið hevur landsliðvenjing verið í bridge, og har var úrtøka til landsliðið, sum skal til Keflavíkar at spæla NM 24. mai.

Tey trý pørini eru: Jóannes Mouritsen-Egil Sondum, Árni M. Dam-Símun Lassaberg og Balli Mohr-Arne Mikkelsen.

Arnbjørn Sivertsen og Marner Joensen standa fyri landsliðnum, og danski bridgepælarin, Jacob Røn, er knýttur at venjingini sum ráðgevi.

Føroya Bridgesamband er farið undir eina tilgongd til EM í 2014. Hetta er fyrsti partur av venjingini, sum heldur fram eftir NM.

Norðurlond eru millum heimsins bestu bridgetjóðir, so trupult er at fáa tey heilt góðu úrslitini í hesi kappingini, men júst tann góða mótstøðan er mennandi fyri eitt landslið, sum skal royna seg í altjóða kappingum.