Evander Holyfield vann uppiborið dystin ímóti Brian Nielsen í kvøld. Dómarin steðgaði dystinum í 10 umfari, tá ið Evander Holyfield vann við tekniskum knock out, men hann var væl frammanfyri í stigum kortini.
Brian Nielsen stóð seg væl í allarfyrstuni, men skjótt vísti Evander Holyfield seg at vera tann sterkari og hann var greitt við yvirlutan tað mesta av dystinum.
Í triðja umfari sló hann Brian Nielsen í gólvið, hann kom á føtur aftur, men var raktur aftur og aftur og tað gjørdi ikki støðuna frægari, at hann fekk ein skaða við annað eyga sum gjørdi, at sjónin varð darvað.
Brian Nielsen gjørdi onkran vørr av og á, men ikki nóg mikið til at gera nakað við amerikanaran.