Brian Kerr vann á Føroyum

Fyri 5 árum síðan:

Mikukvøldið 8. juni 2005 spældu Føroyar og Írland HM-undankappingardyst á Tórsvølli. Umleið 5.000 fólk vóru til dystin, sum endaði við, at Írland vann við tveimum málum.


Landsliðsvenjari hjá Føroyum var Henrik Larsen, og venjarin hjá Írlandi var Brian Kerr, sum í dag er venjari hjá føroyska landsliðnum.


Brian Kerr segði eftir dystin, at hann var vælnøgdur við at fara heim aftur til Írlands við trimum stigum, tí øll lið hava trupult við at vinna á føroyingum í Føroyum.


Kelda: Sosialurin 10. juni 2005