Klokkan er farin av fimm og skrivandi fjølmiðlarnir bíða enn eftir Brian Kerr. Tíðindafundurin er settur at byrja klokkan fimm, men uttanfyri hevur Sky Sports fingið orðið á føroyska landsliðsvenjaran. Hann er prátingarsamur og tykist avslappur. Løtu seinni er klárt til tíðindafundin og fitt av bretskum fjølmiðlum eru møttir upp.
Sáttamálin
Nakað av tí fyrsta Brian Kerr verður spurdur er um sáttmála viurskiftini. Sáttmálin millum hann og føroyska fótbóltssambandið gongur út um ein mánað ella so.
«Eg eri ikki kendur fyri at gera nógv um meg tá sáttmálaskeið ganga út. Eg havi eitt nú verið í sama felagi í 10 ár. Eg trívist væl í hesum leiklutinum og um FSF eru áhugaðir, so eri eg eisini áhugaður at halda fram sum landsliðsvenjari, segði Brian Kerr.
Sutt eftir spurdi bretskur tíðindamaður Fróða Benjaminsen, liðskipara á landsliðnum, um hann ynskti at Brian Kerr skuldi halda fram. Fróði kláraði illa nokk at fáa orðið upp, áðenn Brian Kerr breyt hann av.
«Nú hevur tú bara at hugsa teg væl hvat tú sigur, tí eg havi ikki sett liðið enn, segði Brian Kerr við Fróði og øll sum vóru til tíðindafundi fóru at flenna.
Liðskiparin er tó ikki í iva um, at hann vil hava Brian Kerr at halda fram.
«Hann hevur tilført liðnum nógv, millum annað hevur hann fingið okkum at trúgva upp á okkum sjálvar. FSF veit eisini hvat vit á landsliðnum halda um landsliðsvenjaran, segði Fróði Benjaminsen.
Ongir útlendingar
Brian Kerr vísti fleiri ferðir á truplu umstøðurnar í Føroyum í mun til mótstøðuliðini. Hann vísti eisini á, at tað bara eru “føroyingar”, sum hann orðaði seg, á føroyska landsliðnum.
«Í eitt nú Írlandi gera tey nógv burtur úr at fáa innflytarar og fólk, ið hava røtur í Írlandi, at luttaka á írska landsliðnum. Hetta er tó ikki støðan í Føroyum, hóast tað eru fleiri útlendingar, ið hava búð í Føroyum í longri tíð. Hesir leikararnir kundu tilført landsliðnum nakað, men tað er ikki nakað, ið arbeitt verður nakað serligt við, segði Brian Kerr.
«Tað eri eg eitt sindur vónbrotin av, men samstundis ger tað, at hópurin er væl samansjógaður(?). Vit hava ongar trupulleikar í hópinum av leikarum, ið ikki kenna sítt pláss og ikki passa inn í hópin, segði Brian Kerr.
Spæla í Hvalba
Landsliðsvenjarin skemtaði eisini við, at ein møguligur landsdystur móti Írlandi við honum á odda verður spældur í Hvalba. Hann vísti á, at tað tók tveir tímar at sigla suður og har var einki gistingarhús. Tað er nú ikki heilt rætt, men bretsku miðlarnir skiltu hvat hann meinti við.
Somuleiðis forkláraði hann um forholdini í føroyskum fótbólti. Hann tosaði millum annað um steypafinaluna landskappingina og um innsatsin, sum fótbóltssambandið og feløgini hava gjørt fyri at fáa Føroyar fluttar ein styrkis bólk upp.
Trýsta Brian Kerr
Fleiri miðlar í Norðurírlandi hava roynt at trýst Brian Kerr eitt sindur við at hann var so fegin, tá Føroyar fingu javnleik á Svangaskarði móti Norðurírlandi í fjør.
«Tit mugu skilja, at vit spæla móti oddsinum hvørja ferð vit fara á vøllin. Fram til tann dystin høvdu vit tapt allar dystirnar í undankappingarbólkinum. Tí var tað ein stór gleði, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð í dystinum og vit høvdu vunnið eitt stig, segði Brian Kerr.
Brian Kerr nýtti nógva orku upp á at forklára støðuna hjá sær viðvíkjandi javnleikinum. Hann vísti eisini á, at liðið júst hevði tapt 5-1 í Slovenia undan dystinum móti Norðurírlandi.
Liðið í kvøld
Brian Kerr var lítillátin, tá tosið kom inn á liðið til dystin í kvøld. Hann váttaði, at allir mans eru tøkir. Arnbjørn Hansen, ið skoraði tvey av málinum í steypafinaluni, hevur trupulleikar við knænum. Hann vandi tó við fullari ferð í gjár.
Tað er tó ilt at meta um, hvussu liðið ferð at síggja út í kvøld, tá dómarin klokkan 19.45 bríkslar fyri fyrstu ferð á Windsor Park. Einar T. Hansen og Pól Jóhannus Justinussen, ið spældu á ávíkavist vinstra bakki og vinstu mið, eru ikki við. Tað kundi verið líkt til, at Viljormur Davidsen byrjar inni á vinstra bakki og antin Súni Olsen ella Daniel Udsen á vinstra miðvøllinum.
Eitt boð upp á liðið er:
Málmáður: Jákup Mikkelsen
Verjan frá høgru: Jónas T. Næs, Atli Gregersen, Jóhan T. Davidsen, Viljormur Davidsen
Miðvøllurin: Hjalgrím Elttør, Fróði Benjaminsen, Atli Danielsen, Daniel Udsen/Súni Olsen
Framherjar: Christian L. Holst og Jóan Símun Edmundsson.