Brian Kerr er nýggjur landsliðsvenjari

Brian Kerr, sum er føddur í Dublin í Írlandi, byrjaði sína yrkisleið sum venjari í 1983. Í 1986 gjørdist hann venjari hjá St. Patrick?s Athletic, og har starvaðist hann í 10 ár, áðrenn hann fór í starv í írska fótbóltssambandinum.

 

Brian Kerr hevði ábyrgdina av ungdómslandsliðum hjá Írlandi, og úrslitini vóru framúr góð. Bæði U16 og U18 vunnu EM, og tað er ongantíð hent áður ella síðani. Í 2003 fekk Brian Kerr ábyrgdina av A-landsliðnum hjá Írlandi, men sáttmálin varð ikki longdur, tá ið hann gekk út í 2005. Tað var Brian Kerr vónbrotin av.

 

Síðani hevur Brian Kerr verið leiðari fyri Sport Against Racism Ireland, hann hevur verið viðmerkjari í fjølmiðlum, og eitt skifti var hann upp á tal sum nýggjur landsliðsvenjari hjá India. Men hann tók ikki av tilboðnum.

 

Í mars 2007 fór Brian Kerr aftur til St. Patrick?s Athletic, har hann verður mettur sum ein verulig hetja, men hann gavst aftur í starvinum í mai mánaði í fjør.