Brian er transfer-listaður

Danski Brian Andresen, sum síðani í summar hevur styrkt um álopið hjá B68, er ein av spælarunum á transfer-listanum hjá danska spælarasambandinum. Har sæst, at sáttmálin hjá Brian við B68 gongur út í heyst, og tí er hann leysur at samráðast við onnur feløg. Á listanum eru eisini Jónas Tór Næs, sum í løtuni spælir við NSÍ og gamli KÍ-kenningurin, Denni Conteh, sum seinasta hálva árið hevur spælt í Slagelse.