B36 boðar í kvøld frá, at felagið hevur longt sáttmálan við Brian Jakobsen. Áleyparin hevur ikki spælt nógv í 2021, men úr B36 verður sagt, skálamaðurin væntandi verður klárur aftur nú.
Brian Jakobsen kom til B36 í 2019, men tíðin hjá honum hevur verið ávirkað av skaðum. Í heyst var hann undir skurð og vónin í B36 er, at hann aftur kann skjóta mál fyri árstalsfelagið, sum verður uttan Sebastian Pingel til komandi kappingarár.
- Framrættaði skálamaðurin , sum kom til B36 í 2019, verður eisini í B36 í 2022. Ein skaði og planlagdur skurður í heyst gjørdi, at tað ikki bleiv til so nógvar dystir í 2021, men nú er Brian við at verða klárur at tørna út aftur fyri B36, skrivar B36.
B36 fær væntandi eisini Eli F. Nielsen aftur í fullari ferð, meðan Magnus Egilsson og Símun Sólheim eru komnir til. Umframt Sebastian Pingel, so verður B36 eisini uttan Bjarna Petersen, Andrias H. Eriksen (undir skurð) og Hannes Agnarsson til komandi kappingarár.









