Um klokkan hálvgum trý í gjár, kom ein fráboðan til alarmsentralin um ein bil, ið var farin útav vegnum norðanfyri Langasand, og at eldur var komin í bilin.
Ein maður førdi bilin, og var einsamallur í honum tá óhappið hendi. Hann kom koyrandi suðureftir Víkarvegnum, og koyrir við Bjargir, norðanfyri Langasand, tá hann er óskettin meðan hann skimast niðan í bøin, har hann sær onkran geva seyðinum, og koyrir útav høgrumegin, og niður í eina veit.
Maðurin, ið koyrdi bilin, greiddi fyri løgregluni frá, at hann, nú tá hann hugsaði nærri um tað, í okkurt um eina viku frammanundan hevði hómað onkran løgnan lukt úr instrumentbrettinum, men at hann tá ikki hevur lagt meira í tað.
Tá bilurin fer útav vegnum, koyrir hann niður í eina veit, og eldur kemur í bilin. Men í tí at bilurin er farin niður í eina veit, er bilurin skoraður fastur, og dyrnar fáast ikki, so tann vegin sleppur hann ikki út.
At enda eydnast tað honum at bróta seg gjøgnum síðurútin á førarasíðuni.
Verður kannaður
Bilurin, sum maðurin koyrdi við, var av slagnum SsangYong Actyon, knapt 1 ára gamal. Vegurin, har maðurin koyrdi er einsporaður, og ferðin var lítil tá, óhappið hendi. Tískil kann tað tykjast sera løgið, at eldur skal koma í bilin, tá hann er somikið nýggjur, og ferðin somikið lág, umframt at eingin serligur materiellur skaði hendi í upprunaliga stoytinum.
Løgreglan greiðir frá, at ein av orsøkunum kann vera, at bilarnir eru blivnir alt meira tekniskir, og har kann saktans okkurt vera fest í.
Bilurin er nú koyrdur á Akstovuna, har hann verður kannaður nærri.