Eftir at hava fingið trolið um skrúvuna, hava kavarar hjá Brimli loyst uppgávuna, soleiðis at Atlantic Navigator nú aftur er farin til fiskiskap Atlantic Navigator var staddur einar 40 fjórðingar úr landi í Íslandi, tá tey miðskeiðis í vikuni vóru so óheppin at fáa partar av trolinum um skrúvuna.
Boð vórðu send eftir vaktar-og hjálparskipinum Brimli at koma svartkjaftatrolaranum til hjálpar.
Brimil kom til skipið um 18-tíðina mikukvøldið. Kavarar fóru niður á opnum havi at royna at loysa uppgávuna, men tá eydnaðist teimum ikki at skera trolið avaftur skrúvuni, tí tað rak so hart.
Avgjørt varð tí at sleipa Atlantic Navigator inn á Reyðafjørðin og haðani inn á Eskifjørðinum, sum liggur væl innari.
Portalurin frætti frá Brimli í gjár, og tá hevði gingið betur.
Kavar høvdu verið niðri í gjáramorgunin og skorið trolið burtur av skrúvuni á Atlantic Navigator.
Alt gekk væl, og hetta arbeiðið tók teimum umleið ein hálvan tíma.
Av Brimli frætta vit, at pettir, sum eru á stødd við eina hondflatu, eru brotin av tveimum av fýraskrúvubløðum. Einki er hent við kopling, gearum ella umstýring á skipinum, og tí kundi Atlantic Navigator fara beinleiðis útaftur á fiskileið í gjár.
Eftir at hava loyst uppgávuna, stevndi Brimil heimaftur til Føroya. Væntandi bleiv vaktar-og hjálparskipið aftur í Føroyum um middagsleitið í dag.