Breyt inn til kvinnu og sorlaði íbúð sundur

Beint fyri midnátt varð ein maður handikin fyri innbrot hjá eini kvinnu í Havn.

 

Ein maður hevði brotið inn og sorlaði ymiskt sundur, eitt nú eitt stórt akvarium, og tí var nógv vatn í íbúðini og vanda var fyri skamlopi. Hann hevði eisini blakað runt við ymsum inni í íbúðini.

Kvinnan, sum átti íbúðina var skelkað, og maður, sum var sera fullur, varð handtikin og tikin við á støðina. Hann var ov fullur at verða avhoyrdur og liggur enn og svevur í brummuni.

– Hann skal síðani avhoyrast og verður skuldsettur fyri herverk, og síðan taka vit tað harfrá, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Sum skilst kendust kvinnan og maðurin, sum breyt inn.