Beint eftir midnátt varð boðað frá, at innbrot var í matstovuna Etika á Áarvegnum.
Løgreglan sigur, at Tjóvurin hevði brotið ein rút í eini hurð og var farin inn at leita eftir rúsdrekka.
Maðurin fekk fatir á seks fløskum av rúsdrekka, men løgreglan varð skjót á staðið og fekk tikið mannin beint uttanfyri matstovuna við øllum fonginum uppi á sær.
Talan er um ein tilkomnan mann og hann er nú skuldsettur fyri innbrotið, men hann hevur ikki játtað seg sekan.
Tá ið hann hevði verið til avhoyringar, varð hann leyslatin aftur, sigur løgreglan.










