Brexit gerst alsamt meira sannlíkt

Nýggj veljarakanning vísir, at mótstøðan móti ES er voksin síðsta árið.

Alsamt fleiri bretar ynskja at sleppa úr ES-samstarvinum. Tað vísir ein nýggj veljarakanning, ið stovnurin ORB hevur gjørt. Stovnurin hevur kannað støðuna hjá borgarum til ES í fjúrtan limalondunum, og vísur kanningin ikki óvæntað, at mótstøðan móti ES er størst í Bretlandi.


Av teimum bretum, ið hava avgjørt hvat tey fara at velja á fólkaatkvøðuni, er tað ein greiður meiriluti fyri at steðga ES-samstarvinum.


43 prosent av veljarunum ynskja at steðga samstarvinum, 36 prosent ynskja at halda fram, meðan 21 prosent enn ikki hava tikið støðu.


Um tey, sum ikki hava tikið støðu enn, ikki verða tald við, so ynskja 54 prosent av veljarunum at steðga samstarvinum, ið er trý prosent fleiri enn fyri einum ári síðani, og 46 prosent ynskja at verða verandi, ið er trý prosent færri enn fyri einum ári síðani.


Tað er tó ikki bara í Bretlandi, at veljarar ynskja at sleppa úr ES-samstarvinum. Í Italia er mótstøðan móti ES voksin nógv síðsta árið, sambært kanningini hjá ORB. Meðan 25 prosent av italienum ynsktu at sleppa úr ES í fjør, so er tilsvarandi tal í ár 42 prosent.


Tað eru eisini lond, har ES hevur sterkan stuðul. 85 prosent av rumenum, 72 prosent av týskarum, 71 prosent av finnum og 68 prosent av spaniólum ynskja at verða verandi í ES.


Tað verður væntandi í summar, at bretar skulu á fólkaatkvøðu um ES-limaskapin.