Bretsku londini og Írland vera vertir fyri EM í fótbólti í 2028

UEFA hevur tikið avgerð um hvørji lond hýsa EM-endaspølunum í fótbólti í 2028 og í 2032

Tað verður ein stuttur túrur hjá føroyskum fótbóltsfjepparum at fara til EM-endaspælið á sumri í 2028.

 

EM-endaspælið verður í Onglandi, Írlandi, Norðurírlandi, Wales og í Skotlandi.

 

EM-endaspælið í 2032 verður í heitum londum. Italia og Turkaland vera vertir fyri EM-endaspælinum í 2032.

 

Upprunaliga høvdu Italia og Turkaland hvør sítt boð um at hýsa EM-endaspælinum í 2032, men valdu so at ganga saman um at hýsa EM-endaspælinum í 2032. 

 

Hetta hevur evropeiska fótbóltssamgongan, UEFA samtykt í dag. 

 

Italia var vertur fyri EM-endaspølunum í 1968 og í 1980. Ongland var vertur fyri EM-endaspælinum í 1996.

 

Írland, Wales, Skotland og Norðurírland hava ongantíð áður verið við til at hýsa einum EM-endaspæli. 

 

EM-endaspælið í 2024 verður í Týsklandi.