Bretskir miðlar: Moyes rýkur skjótt

Sum skilst hava eigararnir hjá Manchester United mist tolið við venjaranum David Moyes og hann kann skjótt vera fortíð í felagnum.

Sambært bretskum miðlum er ónøgdin í Manchester United so mikið stór við venjarin, at David Moyes kann vera fortíð í Manchester innanfyri teir næstu 24 tímarnir.

 

Tað er serliga avrikið hjá Manchester United á Goodison Park í gjár, ið hevur fingið bikarið at flóta yvir í Manchester United og sum skilst ynskja eigararnir nú ein annan venjara enn David Moyes.

 

 

Tað eru serliga 3 nøvn, ið verða sett í samband við at taka yvir sum Manchester United venjari. Tey nøvnini eru Jurgen Klopp, Louis Van Gaal og Laurent Blanc.

 

Enn er talan tó bert um leysasøgur og tí situr David Moyes framvegis í sessinum sum Manchester United venjari.