Bretskir miðlar: Bumburnar hjá Harry og Megan skaða kongshúsið

Sjónvarpsvertur í bretskari sjónvarpsstøð var nærmast lamsligin eftir avdúkingarnar, sum komu fram undir samrøðu

Samrøðan, sum Oprah Wintrey hevði við Harry prins og Meghan hertúgindu var meira bráðræsin enn væntað og er til stóran skaða fyri bretsku kongsfamiljuna.

Tað er dómurin í bretskum miðlum í morgun.

Hjúnini lótu »nóg mikið av bumbum til at søkkja eitt heilt skipafylgi«, heldur The Daily Telegraph.

– Og fer kanska – ber onkur ótta fyri – eisini at skaða bretska kongsveldi, metir blaðið.

Í blaðnum The Times er dómurin eisini, at samrøðan skaðar kongshúsið.

– Líkamikið hvat kongsfamiljan væntaði sær úr samrøðuni, so var hetta verri, skrivar blaðið.

Samrøðan er tann fyrsta, sum parið hevur gjørt, síðani tey við egnum orðum »stigu aftur« frá almennu skyldunum í fjør. Síðani eru tey flutt til California í USA, har samrøðan eisini varð gjørd.

Í teirri eygnarívandi samrøðuni sigur Meghan millum annað, at áðrenn hon átti fyrsta barnið, Archi, var ótti fyri í bretska kongshúsinum, hvussu myrkur hann fór at verða í húðini.

Sambært Meghan sigur tað, hví hann ikki fekk heitið sum prinsur.

Hertúgindan sigur eisini, at negativa umrøðan í bretsku miðlunum førdu til, at hon ikki longur helt, at lívið var vert at liva.

Meghan sigur, at hon tí royndi at fáa professiónella hjálp gjøgnum kongsfamiljuna, men fek at vita, »at tað kundi eg ikki fáa, tí tað hevði ikki verið gott fyri stovnin«.

Chris Ship, sum røkir kongshúsið fyri bretsku sjónvarpsstøðina ITV, sum í dag vísir samrøðuna í bretskum sjónvarpi, sigur, at hann í løtum gjørdist »lamsligin« av øllum avdúkingunum, ið komu fram.

– Parið hevði nærmast fylt eitt heilt flogfar við bumbum, flogið tær yvir Buckingham Palace og slept øllum yvir slottið, bumbu fyri bumbu, sigur hann.

Samrøðan, ið varð tikin upp frammanundan, verður hildin at vera tann mest eygnarívandi, síðani Diana prinsessa tosaði um sítt miseydnaða hjúnaband við pápa Harry, Charles prins.

/ritzau/AFP