Bretska koronufrábrigdið staðfest í Føroyum

Nú eru tveir persónar smittaðir við koronu. Ein persónur kom til Føroya frá útlondum, og viðkomandi hevði smittuna við sær

Ein nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Viðkomandi er komin til Føroya úr útlondum. Talan er um bretska koronufrábrigdið (B.1.1.7).

Tað merkir, at tað í løtuni eru tveir persónar smittaðir við koronu. Tríggir persónar eru í sóttarhaldi.

437 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 247.602 kanningar.

663 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 660 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.