Bretland kærir Iran fyri ST

Bretland vil hava ST-trygdarráðið at áleggja Iran at lata teir 15 herflotamenninar leysar alt fyri eitt. Suðurafrika hevur í løtuni formansskapin í ST-trygdarráðnum, og suðurafrikanski sendiharrin sigur, at Bretland hevur latið ráðnum eitt uppskot í 14 pørtum.

Høvuðsmálið snýr seg um at áleggja Iran at lata teir 15 bretsku herflotamenninar leysar, sum iranska sjóverjan tók seinasta fríggjadag.

Ein kvinna er millum tey 15, og iranska uttanríkisráðið segði í gjár, at hon verður latin leys skjótt.