Bretland hevur latið Ukraina superrakettir

Ukraina hevur lagt dýran við, at landið fer ikki at brúka rakettirnar í russiskum landaøki.

Í dag veit tíðindastovan CNN at siga, at Bretland hevur latið Ukraina rakettir av slagnum, Storm Shadow.

 

Sagt verður, at tað eru ónavngivnar keldur, sum hava latið CNN hesar upplýsingar.

 

Storm Shadow røkka heilar 250 kilometrar, og tað er trupult at síggja rakettirnar á radara.

 

Keldan sigur við CNN, at Storm Shadow broytir alt, tá ræður um frástøður.

 

Sambært CNN hevur Ukraina lagt dýran við, at landið fer ikki at brúka rakettirnar í russiskum landaøki.

 

Tað merkir tó ikki, at rakettirnar ikki kunnu brúkast í ukrainskum øki, sum Russland hevur hertikið.